Tann samlaða føroyska kvotan fyri norðhavssild í 2024 minkar við 34 prosentum samanborið við farna ár, úr knapt 113.000 tonsum niður í góð 74.000 tons. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild fyri í ár, boðar Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið frá.
“Strandarlondini Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland samdust í oktober í 2023 um mest loyvdu veiðu fyri 2024 á 390.010 tons,” staðfesti Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið. “Hóast drúgvar samráðingar hava verið um býtið, hevur ikki eydnast strandarlondunum at semjast. Tí hava strandarlondini seinastu árini sett einsæris kvotur og talan hevur verið um stóran ovfiskiskap.”
Í mun til undanfarin ár hava Noreg og Ísland í 2024 lækkað sínar partar, og landsstýrismaðurin hevur í samráð við eina samda Uttanlandsnevnd gjørt av at tann føroyski parturin skal minka lutfalsliga tað sama sum tann norski og íslendski.
“Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2024 verður sostatt 74.219 tons samsvarandi 19,03 prosent av mest loyvdu veiðu á 390.010 tons, sum strandarlondini samdust um á heysti í 2023,” legði Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið afturat. Tann føroyska kvotan í fjør var munandi hægri, 112.713 tons.