Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.
– Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.
Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Vali í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðan íslendska meistaraheitið.
Neistin fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.