

Simon Jørgensen: – Tað kom ikki upp á tal at brenna tvey brotsspørk
29.05.2026Aftaná 2-1 (0-0) sigurin hjá Skála ÍF á 07 Vestur undir Mýruhjalla fekk Trygvi Absalonsen orðið á Simon Jørgensen, ið bæði brendi eitt brotsspark, og javnaði til 1-1 við einum brotssparki: – Tað kom ikki upp á tal at brenna tvey brotsspørk. Slær Simon Jørgensen fast, ið er vónríkur um komandi umførini hjá Skála ÍF.














