Simon Olsen, sum er hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, skal komandi trý árini vera venjari hjá kvinnuliðnum hjá H71 umframt at taka sær av gentuhondbóltinum í felagnum. Hann byrja í starvinum 1. august. Tað boðar H71 frá í dystarblaðnum, sum verður givið út í samband við fjórðingsfinaluna hjá monnunum í kvøld.
Simon Olsen vandi menninar hjá H71 frá 2020 til 2023. Hann vann tvey føroyameistaraheitið og tríggjar steypakappingar við monnunum hesi árini, so ikki kann sigast annað enn, at úrtøkan var góð.
Simon Olsen sigur, at hann og húski hansara trivust sera væl í Føroyum, og vórðu skjótt ein partur av lokalumhvørvinum í Hoyvík. Serliga væl dámdu tey tað frælsið, sum børnini í Føroya hava, har tey fara á gátt hjá hvørjum øðrum, uttan at gera avtalur frammanundan.
Simon Olsen verður framhaldandi hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðum hesi HM-kappingingian lidna. Í næstu viku spælir kvinnulandsliðið avgerandi dysti móti Litava um at koma til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum í desembur.