, ,

Símun og Morten stýra AB restina av árinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Síðan Henrik Larsen var koyrdur sum høvuðsvenjari hjá AB síðst í mai, hevur felagið arbeitt við at finna eina varandi loysn upp á venjaraspurningin, og nú var hvítur roykur at hóma úr AB-skorsteininum.

Felagið kunnger í dag, at tað verður Símun Eliasen, ið saman við Morten Overgaard, skulu royna at halda AB uppi í bestu deildini.

Talan er um fyribils loysn, tí nýggja samstarvið er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.

AB skrivar, at Morten Overgaard hevur verið fyribils høvuðsvenjari, og hetta hevur gingið sera væl.

– Undir leiðsluni hjá danska argjamanninum hevur liðið spælt fimm dystir, har tveir sigrar eru komnir burturúr, meðan tríggir dystir eru taptir tepurt við einum máli. Talan hevur verið um eitt hamskift AB-lið síðstu tíðina undan summarsteðginum, ið hevur verið kappingarført í øllum dystum. Maðurin, ið verður lagdur afturat venjaratoyminum, er 48 ára gamli fuglfirðingurin, Símun Eliasen. Símun hevur hollar royndir sum leikari, har hann í sínari tíð spældi heili 201 dystir í bestu deildini, skrivar AB.

Símun hevur verið venjari hjá millum annað næstbesta liðnum hjá HB, eins og hann í tveimum førum hevur verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá barndómsfelagnum, ÍF. Seinastu tvey árini hevur fuglfirðingurin verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá kvinnum hjá EB/Streymi/Skála, og eitt skifti var hann eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá kvinnum.

– Felagið fegnast um at hava funnið ein royndan, føroyskan venjara, ið saman við Morten Overgaard skal royna at varðveita sætið hjá AB í Betrideildini. Eftir sigurin ímóti 07 Vestur í vikuskiftinum eru bert fýra stig upp til B68, sum beint nú er á áttanda plássi beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Og júst B68 verður fyrsta mótstøðulið hjá nýggja venjaraparinum á Argjum, tá toftamenn koma út á Argir at spæla ólavsøkudyst 27. juli, tá seinna kappingarhálva av Betrideildini verður skotin í gongd aftur, skrivar AB.