

Símun Samuelsen var høvuðsgestur í “3. hálvleiki”
25.05.2026Símun Samuelsen vitjaði Trygva Absalonsen í “3. hálvleiki” í kvøld fyri at taka samanum teir fýra dystirnar, ið vóru leiktir í Meistaradeildini hjá monnum. Samrøður hjá Trygva, Pætur Nolsøe og Brynjari P. Poulsen við leikarar og venjarar, ið høvdu verið í leiki í dag, og teir sum fingu dystin útsettan. Trygvi prátaði eisini við Leiv Zachariassen, dómara sum tók avgerðina at avlýsa dystin millum B68 og HB á Svangaskarði. Hann verður tó spældur í annaðkvøld klokkan 18.30. Tøkningur og myndamaður: Heri Simonsen.








