B36 boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Símun Sólheim við tveimum árum, galdandi fyri kappingarárini 2025 og 2026. Hann kom til B36 í 2022.
Símun Sólheim spældi barnaárini í B36 og HB. Hann var í nøkur ár partur av hópinum hjá besta liðnum hjá HB, men fekk ikki nógva leiktíð. Í 2020 skifti hann til EB/Streym, har hann var fastur maður á liðnum í tvey ár.
Símun Sólheim hevur sambært FaroeSoccer spælt 129 dystir í bestu deilini og skorað 10 mál.