,

Sirið nýggj forkvinna í Tjóðveldi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi. Tað avgjørdi eykaflokstingið í Tjóðveldi, sum er á Hotel Føroyum í dag.

Í uppskoti til forfólk í Tjóðveldinum vóru Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, og nú er so greitt at Sirið Stenberg skal leiða Tjóðveldi framyvir.

Eykaflokstingið valdi eisini Hervør Pálsdóttir til næstforkvinnu. Eingin annar var í uppskoti.

Tað var í Degi og Viku fríggakvøldið fyri átta døgum síðan, at formaður Tjóðveldisins í 24 ár, Høgni Hoydal, boðaði frá, at hann leggur frá sær. Tað hendir eftir, at Tjóðveldi hevur havt tvey vánalig løgtingsval á rað.