Sirið Stenberg hitti Zelenskyy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, vitjaði í Kyiv í gjár saman við danska verjumálaráðharran Troels Lund Poulsen.

Har hitti hon Volodymyr Zelenskyy, forseta í Ukraina, og greiddi frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar.

Hon legði eisini dent á, at Føroyar eru sinnaðar at finna onnur samstarvsøki, har vit kunnu stuðla Ukraina í verjuni móti støðugum álopum.

Zelenskyy takkaði fyri samhaldsfesti og viljan hjá Føroyum at stuðla Ukraina, bæði ítøkiligu ætlanina um skjóttgangandi bátar og humanitera hjálp.

Á vitjanini vóru fleiri fundir, millum annað við verjumálaráðharran Rusten Umerov, Hermann Smetanin, ráðharra fyri strategiskan ídnað, og Oleksandr Kamyshin, forsetaráðgeva. Sirið Stenberg vitjaði eisini ukrainskar vinnufyritøkur og hermenn.

Á Frælsistorginum legði hon eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum.

Landsstýriskvinnan sigur, at stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa, og hon er sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun.