Sirið Stenberg, sum fyribils umsat fiskivinnumál, svaraði í seinastu viku fyrispurningi um svartkalvafiskiskap, sum upprunaliga varð settur Dennis Holm, aðrenn hann legði frá sær.
Í svarinum varð greitt frá, at Føroyar og Kanada hava størstu trolmeskavídd í Norðuratlantshavi, við minstamarki á 145 mm.
Landsstýriskvinnan greiðir frá, at ásetingarnar um trolmeskar eru ymiskar í øðrum londum. Til dømis hava grønlendskar reglur eina minstamátsmeskavídd á 100 mm í undirveingjunum og 140 mm í restini av trolinum.
Reglan hevur verið galdandi síðan fyrst í 1990-unum fyri at bøta um stovnsrøktina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum. Størri meskar skulu stuðla undir, at veiðan av smáum fiski verður minni.
Eisini verður víst á, at fleiri lond í Norðuratlantshavi hava ymiskar reglur um trolmeskavídd. Til dømis eru meskar í Noregi 130 mm, Bretlandi og Íslandi 135 mm, og í altjóða sjógvi í NAFO-økinum 130 mm.
Landsstýrið hevur ongar ætlanirnar at broyta tær galdandi reglurnar í løtuni. Landsstýrið samskiftir tó regluliga við Havstovuna um fiskiskapin.