Kringvarpið skrivar, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, vitjar í dag í Kyiv saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.
Á ferðini hitti landsstýriskvinnan umboð fyri ukrainsku stjórnina, vitjaði fyritøkur og eisini legði hon vegna landsstýrið eitt silkiband í føroysku flagglitunum á Frælsistorgið.
Føroyska uttamríkisráðið boðar frá, at meira kunning um vitjanina og fundirnar hjá landsstýriskvinnuni kemur seinni.