Sissal H. Hestoy er nú stjóri saman við Jón Hestoy á Føroyaprent. Hetta varð kunngjørt undir 20-ára hátíðarhaldi sum fyritøkan helt um vikuskiftið.
“Nú er vikuskiftið liðið síðani vit, fríggjadagin, hátíðarhildu 20 ára føðingardagin hjá Føroyaprent,” skrivaði Sissal H. Hestoy á sosialmiðli. “Vit vóru púra ovfarin av hvussu nógvir kundar, vinir, kenningar og áhugað funnu sær leiðina niðan á Hoyvíksvegin at deila løtuna við okkum. Av hjartans tøkk fyri allar heilsur og lukkuynskir.”
“Og ikki minst, var løtan stór og kensluborin fyri meg tá pabba trein á pállin og almannakunngjørdi at eg fyrr í vikuni var sett sum stjóri saman við honum á familjufyritøkuni, Føroyaprent. Eg eri glað og spent um nýggju avbjóðingina sum nú liggur mær og okkum fyri framman.”