Elektriski stólurin hjá Shankly
Góðar tveir mánaðir eftir tiltikna FA Cup sigurin hjá Liverpool tann 4. mai 1974, skakaði Bill Shankly Anfield, tá hann boðaði frá, at hann hevði sagt seg úr starvi sum 60-ára gamalur. Hann var veruliga ein frálíkur felagsstjóri, tí hann broytti Liverpool frá einum 2. deildarliði til at vinna 3 meistaraheiti, 2 FA Cuppir og eina UEFA Cup. Harafturat varð Shankly kosin sum ársins felagsstjóri í 1972-73. Holli varamaður hansara, Bob Paisley, varð alt fyri eitt útnevndur til hansara eftirmann.
Eftir síðsta bríkslið í FA Cup-finaluni skróvaði luftin av sigursøsing í skiftingarrúminum hjá Liverpool á Wembley. Leikararnir skálaðu í sjampanju og sveittutir klemmaðu teir hvør annan, meðan Bill Shankly sat í einum króki burtur í øðrum heimi og merkti eftir innaní. Tað var her, umgirdur av sínum unga, evnaríka liði og aftaná eina av stoltastu stundunum fyri Liverpool, at hann tók eina avgerð, sum hevði verið á veg tað seinasta árið.
Tveir mánaðir seinni boðaði Liverpool til tíðindafund á Anfield, og sum tíðindafólkini frammanundan høvdu fingið frænir av, vísti felagið Ray Kennedey frá Arsenal fram. Tann stóri áleyparin var keyptur fyri eitt klubbmet á nærum £180.000.
Men síðani las formaðurin hjá felagnum, John Smith, eina stutta fráboðan upp – meðan ein fáorðaður Shankly sat undir liðini á honum: “Tað harmar meg almikið, at eg noyðist at kunna tykkum um, at Hr. Shankly hevur boðað frá, at hann ynskir at taka seg burtur úr fótbólti.”
So valdaði tøgn eina góða løtu, meðan fólk royndu at skilja tað, sum var sagt. Felagið hevði gjørt alt fyri at fáa hann at halda fram og hevði bjóðað ein sáttmála við tí løn, sum Shankly ynskti – men tað var ikki ein spurningur um pening. 60-ára gamli Shankly var sálarliga útlúgvaður, og hóast hann kropsliga var væl fyri, so gav hann alla tíðina so nógv av sær sjálvum til spælið og felagið, og tað hevði útmøtt hann. Shankly ynskti at steðga nú. Á tindinum.
”Tað var tað tyngsta í heiminum at fara til mín formann og greiða frá avgerðini. Tað var sum at ganga til tann elektriska stólin,” greiddi hann seinni frá.
Tíðindini fóru sum grindaboð um býin Liverpool, og sum blaðið Liverpool Echo greiddi frá dagin eftir: ”Ein heilur býur – menn, kvinnur og børn – varð í gjár lammaður av mistrúgv til bumbuna, sum brast í VIP-hølinum í høvuðssætinum hjá Liverpool FC. Shankly leggja frá sær? Ikki talingur um! Tað var ein óndsinnaður slatur, sum var skaptur av súrum Everton-fjepparum. Tað var royndin hjá onkrum at gera eina freka skemtisøgu.”
Ongin hevði varnast nakað, og ongin dugdi at ímynda sær, hvør skuldi kunna taka við, meðan nøvnini á ymiskum felagsstjórum komu undan kavi í fjølmiðlunum. Leiðslan var kortini ikki í iva. Liverpool nýttist ikki at hyggja longri enn til Gaggurúmið hjá felagnum.
Eftirmaðurin var hjálparvenjarin, Bob Paisley, og Liverpool fór frá einum ótakandi skansa í enskum fótbólti til europeiska toppin.