Føroya Politi var inni í Eysturoynni og máldi ferð á ymsum vegastrekkjum.
Hetta var fyrrapartin í gjár.
Í Saltangará er eitt vegastrekki, har tað bert er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman í bygdum øki.
Sjey bilførarar vórðu máldir at koyra ov skjótt – ávikavist 50, 51, 53 og 61 kilometrar um tíman.
Seks bilførarar hava sostatt fingið klipp í koyrikortið, men hjá tí eina, ið koyrdi 61 kilometrar um tíman, er talan um treytaða frádøming, og tí má bilførarin taka koyrikortið umaftur ella missur hann tað heilt.
Allir hesir bilførarar fáa eisini eina bót – alt eftir, hvussu skjótt teir koyrdu.
Í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður í Havn, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring, men tað vísti seg, at talan ikki var um rúsdrekkakoyring, men heldur um rúskoyring. Tað er tá bilførari er ávirkaður av øðrum rúsevnum ella heilivági.
Eisini hevur verið sera hált í Sundalagnum, og tað hevur løgreglan eisini ávarað um á sosialum miðlum, millum annað á Facebook.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tað hava verið smávegis ferðsluóhapp vegna hálku, men ikki nakað álvarsligt.
Landsverk boðar eisini frá hálku á Høgareyni og í Vatnsoyrum í morgun.