Ein maður fyrst í 30-num var í Føroya rætti í dag dømdur sjey-mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á eitt barn.
Tilsamans vóru tríggjar ákærur í ákæruritinum móti manninum, sum varð funnin sekur í tveimum teirra.
Maðurin varð funnin sekur í fleiri ferðir at hava havt samlegu við eina gentu, ið tá var 14 ár, umframt at hann var funnin sekur í at hava barnapornografiskt tilfar um hendi.
Ákæruvaldið kravdi tilsamans níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at maðurin skuldi hava vitjanar- og kontaktforboð, sum í stuttum merkir, at maðurin kann ikki hava samband við børn undir 18 ár, uttan at onnur er til staðar. Harumframt vildi ákæruvaldið leggja hald á telefonina hjá manninum.
Rætturin metti kortini ikki, at maðurin skuldi hava kontakt- og vitjanarforboð, og eisini skal maðurin hava telefonina aftur.
Ákæruvaldið hevur ikki lisið allan dómin enn, og tað ber tí ikki til at siga, um dómurin verður kærdur.