Høvuðstema er fiskiveiðisamstarvið við Russland og hvønn týdning tað hevur fyri tann føroyska samfelagsbúskapin. “Vit ganga á eini knívsegg,” ávarar oddagreinin.
Eisini hava vit samrøðu við Dennis Holm fiskimálaráðharra um hansara ætlanir innan menning av fiskivinnuni, eitt nú tá tað kemur til hægri virðisøking av fiskatilfeinginum.
Síðan tosa vit við Hanus Michelsen, fráfarandi deildarleiðara á Sjóvinnustýrinum, um trygd á sjónum og um at fiskimenn ofta eru fyri órætti tá talan er um arbeiðsumhvørvi.
Vit vitja eisini á tí søguríka og framevgis vælkoyrandi Fiskavirkinum í Gøtu, sum áðrenn leingi hevur 100 ár á baki. Høvuðseigarin Páll Gregersen sigur frá tí spenndi søguni um virkið, sum abbi hansara Jóan Pauli Gregersen stovnaði í 1929.
Vit tosa við útróðrarmannin Sonna Johansen av Strondum, ið sigur at tað er vorðið alsamt meira torført at rógva út tey seinnu árini orsakað av vaksandi regluverki.
Um 64 indoneserar sigla við føroyskum línuskipum, garnaskipum og trolarum umframt útróðrarbátum. Fleiri av teimum tjena heilt góðar pengar. Vit tosa við skiparan á Sandshavinum, Eyðvar Petersen.
Og stjórin á Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, sigur at føroyingar rógva so lítið út ídag at vit missa hundraðtals milliónir í avreiðingarvirði á hvørjum ári.
Søgulig hagtøl um fiskiskap undir Føroyum vísa at bretar og skotar brúktu einar 30.000 fiskidagar um árið her og fiskaðu munandi meira enn hvat føroyingar nakrantíð hava fiskað á okkara leiðum.
Vit hava eina stóra samrøðu við Árna Olafsson, fyrrverandi ráðgeva í føroyskum viðurskiftum hjá tí danska Uttanríkisráðnum, sum var við í øllum samráðingunum við táverandi Sovjetsamveldið, sum leiddu til at vit í 1977 fingu eina væl eydnaða fiskiveiðiavtalu við russarar, sum stendur við enn tann dag í dag.
Ráfiskagrunnurin hevur mangan fingið toyggið og ofta av røttum, men kortini umboðaði hann í sínari tíð eitt stórt framstig og var ein orsøk at føroyingar fóru at royna eftir fleiri fiskasløgum soleiðis at meira fekst burtur úr fiskarínum undir Føroyum.
Djóravælferð er eitt høvuðsevni í blaðnum Seyður & Fjøll. Høgt áseyðatal nógvastaðni í Føroyum elvir undir ringum vetrum til rakdeyða, vísir Helgi í Brekkunum á. Hann hevur granskað seyðahald í Føroyum yvir mong ár og spyr hvat føroyingar ætla við tí hagaseyði sum ikki kann fóðrast um veturin—er talan um brot á djóraverndarlógina?
Tó eru fleiri bóndur sum taka seyðin heim um veturin.
Stórin á Búnaðargrunninum, Egon Joensen, greiðir frá virkseminum hjá stovninum, sum veitir lán og stuðul til landbúnaðar endamál. Burturav vinnuligur landbúnaður er trupul at reka í Føroyum, og tí er vanligt at hava annað virksemi afturat, vísir hann á.
Áhugin fyri at knýta ferðavinnu upp í landbúnað er vaksandi millum bøndur, sigur Andre Kruse, festari í Saksun; tó er neyðugt at skipa ferðavinnuna meira á teimum støðum har mong ferðafólk koma, leggur hann afturat.
Leysgongufjós gera neytahald munandi lættari, sigur Ólavur Andreasen, bóndi í Norðadali, sum júst hevur tikið í brúk eitt slíkt fjós—alt er automatiserað og kýrnar ganga sjálvar fram til ein mjólkirobott, sum heldur stýr hvussu nógv mjólk ið kemur úr hvørjari kúgv til eina hvørja tíð.
– Hetta er sum eitt spæl, samanborið við tað vit høvdu, sigur bóndin.