Umhvørvisstovan gevur út nýggj føroysk sjókort, sum veita neyvari og tryggari kunning til sjófólk.
Hetta er fyrsta útgávan av hesum kortum, síðan Føroyar yvirtóku sjókortmyndugleikan í 2020, og tí er allur teksturin nú á føroyskum heldur enn donskum.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2014, at pappírskortini eru dagførd, og nýggju kortini byggja á nýggjar sjómátingar og dagførdar dýpdardátur.
Kort 82 og Kort 83, sum eru í lutfallinum 1:100 000, vísa ávikavist norðara og sunnara part av sjóøkinum kring Føroyar.
Hesi strandakort geva eitt gott yvirlit yvir føroyska sjógvin og tryggja neyva navigering.
Í novembur 2024 kom eisini ein nýggj útgáva av Korti 86, sum er havnakort fyri suðurøkið í Føroyum. Størsta broytingin her er, at økið kring Tórshavn er munandi víðkað, og kortið inniheldur nú eisini nýggjar sjóuppmátingar.
Sambært reglum skulu øll før hava tey neyðugu sjókortini til ætlaðu ferðina. Hetta er serliga týdningarmikið fyri vinnulig skip, men eisini frítíðarbátar eiga at fylgja hesum krøvum eftir førimuni.

