Kommunustýrið í Sjóvar kommunu samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri 2025. Fíggjarætlanin javnvigar við einum halli á 15 millíónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.
Skattaprosentið verður óbroytt, 21%. Meðan barnafrádrátturin hækkar við 1.000 krónum, frá 7.000 krónum til. 8.000 krónur.
Høvðustølini í fíggjarætlanini er hesi:
Inntøkur: 73.008.600 krónur
Útreiðslur: 64.962.700 krónur
Rentur/rentustuðul: kr. 2.698.300 krónur
Avlop: 8.045.900 krónur
Avdráttir: 5.603.600 krónur
Íløgur: 23.202.400 krónur
Hall: 15.156.500 krónur
Skattaprosentið verður 21 %.
Barnafrádrátturin verður 8.000 krónur