Sjóvinnustýrið boðsent donsku skaðanevndini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sjóvinnustýrið hevur heitt á Den Maritime Havarikommission, um at kanna vanlukkuna á Glyvursnesi í gjárkvøldið.

Sjóvinnustýrið fekk boð um vanlukkuna í gjárkvøldið klokkan 22.12 og sendi beinanvegin fólk á staðið. Tosað varð við skiparan, sum kunnaði um, at ein maður hevði mist lívið, og tveir høvdu fingið skaða.

Boð vórðu síðani send eftir donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum skal kanna, hví vanlukkan hendi. Kanningararbeiðið byrjar í dag.

Sjóvinnustýrið boðaði á sama hátt danska Søfartsstyrelsen frá. Tey fóru á staðið beinanvegin. Bæði Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen hava fyribils afturhildið skipið.

Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í støðum sum hesari er millum annað at tryggja, at einki lógarbrot er farið fram. Tí er vanlig mannagongd at geva løgregluni boð um at kanna málið. Tað er eisini gjørt í hesum føri, hóast eingin ábending er um nakað óregluligt. Danska løgreglan er umborð á Glyvursnesi í løtuni.