Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeyti um, at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um, at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Á Frælsinum skal landið byggja nýtt Kampus til Fróðskaparsetur Føroya. Talan er um eina verkætlan, har lagt verður upp til at byggja umleið tríggjar bygningar upp á umleið. 20.000 m2 til samans, umframt at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av Kampus.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin at alt Fróðskaparsetrið skal verða samlað úti á Frælsinum og Debesartrøð.
Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss viðvíkjandi matrikulering við meira.
– Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið endaliga skeytið er undirritað av pørtunum, skrivar kommunan.
Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemið skal verða uppi í Hoydølum. Í avtaluni er ásett, at ognirnar einans mugu nýtast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu, og at einki nýtt virksemi má fara fram á ognini, tað verið seg nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá Føroya Landsstýri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um, at avtalan um Hoydalar loksins er komin undir land.
– Øll eru glað fyri Hoydalar og hetta fer kommunan at taka væl hond um, sigur borgarstjórin við heimasíðuna