, ,

Skifti til arvafíggindan setti eld í

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 10. juli 1989 skrivaði skotski landsliðsáleyparin og fyrrverandi Celtic stjørnuleikarin, Mo Johnston, undir við Glasgow Rangers og tað fekk kók í báðar partar.

Johnston var føddur og uppvaksin í Glasgow. Hann byrjaði fótbóltslívsleiðina við Partick Thistle (1981-84), skifti síðani til Watford (1983-84) og í 1984 til Celtic, sum hann hevði stuðlað sum barn. Hann stóð seg væl við Celtic, har hann skoraði 52 mál í 140 dystum og var við til at vinna skotsku steypakappingina í 1985 og meistaraheitið í 1986. Í 1987 skifti hann til Nantes, har hann leikti tvey kappingarár.

Tá sáttmálaskeiðið nærkaðist endanum í 1989, kunngjørdi Mo Johnston ætlanina um at venda aftur til Skotlands og spæla fyri Celtic. Bert fáar dagar eftir, at hann enn einaferð hevði váttað sínar kenslur fyri Celtic á einum tíðindafundi á Celtic Park, skrivaði hann undir fyri argasta kappingarneytan, Glasgow Rangers. Skiftið skakaði og østi Celtic-fjeppararnir, tí teir kendu seg svíktar av einum leikara, sum tey frammanundan høvdu stuðlað og sum sjálvur vaks upp sum Celtic-fjeppari. Tað sigst, at hann fekk fleiri deyðshóttanir.

Men tað vóru kortini ikki bara Celtic-fjeppararnir, ið vóru skelkaðir. Nógvir Rangers-fjepparar vóru óðir um, at felagið hevði keypt ein fyrrverandi Celtic-leikara, sum harafturat var katolikkur. Stríðið millum feløgini, The Old Firm, hevur býtt feløgini millum katolikkar og skotskt-írskt sjálvstýrisstríð øðrumegin hjá Celtic og protestantar og skotskar sambandsmenn hinumegin hjá Rangers. Mo Johnston gjørdist fyrsti katolikkurin, sum skrivaði undir fyri Rangers síðani fyrra heimsbardaga og eisini tann kendasti. Tískil brendu fleiri Rangers-fjepparar síni turrikløð og árskort sum mótmæli.

Johnston spældi bara tvey kappingarár við Rangers, har hann skoraði 46 mál í 100 dystum og vann tvey meistaraheiti. Síðani spældi hann fyri Everton (1991-93), Hearts (1993-94), Falkirk (1994-96) og Kansas City Wizards (1996-2001), áðrenn hann gavst at spæla. Hann gjørdist venjari, fyrst hjá New York Red Bulls (2005-06) og síðani Toronto FC (2006-08)

Tað var ongantíð ordiliga greitt frá, hví Johnston broytti kós í síðstu løtu, men í 2001 segði fyrrverandi leikaraumboðsmaður hansara, Bill McMurdo, at avgerðina átti fyritøkan, sum átti sáttmálan hjá Johnston. Sambært McMurdo seldi fyritøkan rætt og slætt Johnston til hægstbjóðandi og tað vísti seg at vera Rangers.

Bæði fyrr og aftan á hava fleiri leikarar spælt við báðum; Kenny Miller skifti enntá tvær ferðir. Men ongin annar hevur fingið umrøðuna, sum Mo Johnston fekk.