B36 boðar í kvøld frá, at felag hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla klaksvíkingin Børge Petersen fyri restina á hesum kappingarárinum og 2026.
Við heimasíðuna hjá B36 sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá B36 soleiðis:
– Børge er dugnaligur spælari, sum hevur víst sítt virði í fremstu røð í føroyskum fótbólti, og við honum fáa vit nakrar møguleikar afturat. Hann er somuleiðis ein íløga í framtíðina, nú B36 hevur sett eina spennandi kós fyri komandi árini.
Børge er skrásettur fyri 89 dystir fyri besta mansliðið hjá KÍ, sambært Faroesoccer. Í fýra ár hann var eisini fastur fúsur á U21-landsliðnum.
Børge legst afturat spælarahópinum beinanvegin og verður tøkur at spæla, tá ið flytingargluggin letur upp tann 16. juni.
Hann verður sostatt ikki við, tá B36 og NSÍ spæla í Gundadali tann 15. juni.