,

Skipa fyri ‘Fólka­heilsu- & mat­umhvørv­is­ráð­stevnu’

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tann 14. september verður skipað fyri einari ‘Fólka­heilsu- & matumhvørvis­ráð­stevnu’ í Kongs­høll, boðar Heilsu­stýrið frá. “Tá talan er um fólkaheilsu og matumhvørvi, er umráðandi at brúkarin fær bestu karmarnar, og neyðugt er at teir partar sum bygnaðarliga varða av føroysku fólkaheilsuni lyfta í felag,” verður sagt í tíðindaskrivi. “Hesi viðurskifti verða viðgjørd á ráðstevnu hjá Heilsustýrinum og Setrinum um fólkaheilsu og matumhvørvi ið vit sum brúkarar ferðast í.”

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, leiðslur, aðalráð og stovnar, siga fyrireikararnir, sum leggja afturat at málbólkurin er eisini matvøruhandlar, heilsølur og onnur ið beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á hvørjar matvørur føroyski brúkarin hevur atgongd til. “Ráðstevnan er eisini viðkomandi fyri lesandi og onnur áhugað ið vilja hava meira vitan um ella arbeiða fyri betri fólkaheilsu í Føroyum.”

Millum framløgurnar:

‘Hvør, hvat og hvar eta vit hvat?’ Vár Honnudóttir, Heilsustýrið. Almannakunngerð av føroysku kost­van­unum úr stóru fólkaheilsukanningini ‘Hvussu hevur tú tað?’ frá 2023.

‘Føroysk innflutningsmynstur’­ – Heri Joensen, Hagstova Føroya & Snorri Patursson, Heilsustýrið. Innlit í føroysk innflutningsmynstur og vinnutøl frá heilsølum, ið lýsa nýtslu av útvaldum vørubólkum.

‘Nordic Diets Network samstarvið’ – Iben Humble Kristensen, Fødevarestyrelsen og verkætlanarleiðari í Nordic Diets Network. Styrkin við norðurlendskum samstarvi og vitanarútbýti, og hvussu vit í felag kunnu lyfta, hóast treytirnar kunnu vera ymiskar.

‘Politisk amboð fyri burðardyggar og heilsugóðar kostvanar’­ – Leneisja Jungsberg, Nordregio.

‘Politisk amboð og norðurlendskar loysnir ið hava til endamáls at ávirka brúkaraatferðina og fremja eitt burðardygt og heilsugott kostmynstur.’

Eisini verður orðaskifti um matumhvørvið í Føroyum undir heitinum “Hvat krevst fyri at fáa eitt heilsubetri matumhvørvi í Føroyum?”