Í sambandi við at altjóða Alzheimerdagur er leygardagin, skipar Heilsu – og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu saman við øðrum fyri tiltaki í Reinsarínum um demens.
“Kunnað verður um tilboð til borgarar við demensi og avvarðandi teirra, og til ber at fáa eitt prát við starvsfólk sum arbeiða innan demensøkið í Føroyum,” upplýsa fyrireikararnir.
Heilsu – og umsorganartænastan skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Norðoya Bú – og heimatænastu og Nánd.
Umboð fyri kommunur, Demensklinikkina, Alzheimerfelagið, Almannaverkið og Beran verða til staðar, skilst.