Tú lurtar eftir

Skiparin hevur mynstrað av

24.07.2024

Eftir ein stuttan summarsteðg, verður B36 Varpið aftur at hoyra í morgin tann 25. juli kl 16. Vit hava vitjan av ongum øðrum enn liðskipara okkara tey seinastu fimm árini, Andrias Høgnason Eriksen, ið herfyri legði gaggurnar á hyllina. Prátað verður um tey 10 árini hjá Andrias sum leikari á besta liðnum, og um nakrar av upplivingunum hann hevur havt á leiðini. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. Hoyr sendingina her B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

B36 Varpið (ljóð)