Hýrurin tyktist góður og róligur í føroyska spælarahópinum, tá ið tíðindafundur var á Mövenpick hotellinum í morgun.
Hondbóltsgenturnar sýntust at vera stoltar av avrikinum í móti Sveis í gjár, tó at tær ikki kundu lata vera við at iðra seg um, at tað ikki rakk til stig.
Nú eru øll eygu vend móti dystinum móti Kroatia í morgin. Kroatisku leikararnir, sum búgva á sama hotelli sum Føroyar, eru høgir, og tí verður leikliga tilgongdin til dystin móti Kroatia ein heilt onnur enn móti Sveis.
Føroyski landsliðsvenjarin, Claus Leth Mogensen, hevur sjálvandi gjørt sær sínar tankar um dystin móti Kroatia, og hann heldur, at nógv frá seinastu 20 minuttunum í móti Sveis í gjár skal takast við til dystin í morgin.
Claus Leth Mogensen leggur serliga dent á týdningin at fáa ferð á spælið.
– Dysturin móti Kroatia verður øðrvísi enn móti Sveis. Tær spæla nógv meira upp á kroppsliga styrki samanborið við kvika spælið hjá Sveis, sigur hann.
-Tær hava nakrar stórar sterkar gentur, og vit hava ikki nógvar gentur, sum hava somu styrki. Tí verður tað týdningarmikið, at vit møta teimum við ferð og ágangandi spæli, sigur landsliðsvenjarin.
Hann ávarar um, at verður føroyska spælið ov afturhaldandi, so vinnur Kroatia upp á styrki.
– Kroatia dugir væl at fáa spælið, sum tær vilja hava tað. Tí mugu vit royna at fáa spælið upp á okkara máta, við nógvari ferð, sigur Claus Leth Mogensen.
Í verjuni heldur landsliðsvenjarin, at tað verður avgerandi at duga at síggja, hvat ferð at henda, tí Kroatia hevur nakrar veruliga góðar skjúttar.
– Tað er týdningarmikið, at vit flyta okkum skjótt, so vit náa at trýsta tær at skjóta so langt úti frá, at málverjin hevur ein møguleika at bjarga. Koma teirra skjúttar ov nær, so skjóta tær ov hart og gott til, at málverjin kann gera nakað, leggur Claus Leth Mogensen afturat.
Claus Leth Mogensen er vónríkur um at byrja dystin betri enn í gjár. Men hann leggur dent á, at tað er týðandi, at leikararnir nú vita, at tað ber til at koma aftur í aftur, hóast alt ikki gongur eftir vild.
Hann væntar eitt betri heildaravrik í morgin og sigur, at Føroyar kunnu trýsta Kroatia, um avrikið líkist tí, sum vit sóu seinastu 20 minuttirnar.
At enda sigur Claus Leth Mogensen, at hóast 5-1-verjan riggaði væl í gjar, so hevur Kroatia so mikið góðan grundbygna í teirra álopsspæli, at tær vita, hvussu tær skulu spæla móti eini 5-1-verju. Tí skulu vit vænta eina 6-0-verju frá byrjan, tá ið Føroyar í morgin klokkan 14.30 sunnudagin spæla móti Kroatia.