Skoraði mál nr. 200 í Betrideildini

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Undan dystinum í dag ímóti EB/Streymi stóð Páll Andrasson Klettskarð skrásettur fyri 199 mál í Betrideildini, men hann byrjaði á bonkinum. Sambært faroesoccer.com hevði toppskjúttin hjá KÍ skotið tey 199 málini í 344 dystum.

Venjarin hjá KÍ, Espen Haug, hevði undan dystinum valt at spara fleiri KÍ-leikarar, tí KÍ framvegis kappast í europeiskum fótbólti. Páll var ein av teimum og hann kom ikki á vøllin fyrr enn í 66. minutti fyri Pætur Joensson Petersen.

Tað var annars EB/Streymur, sum lá omaná síðstu løtuna, tá Albert Ejupi valdi at taka tvey gul kort við stuttum millumbili og heilt ímóti dystarenda kundi Jens Erik Bruhn tryggjað EB/Streymi trý sera týdningarmikil stig, tá hann stóð rættiliga væl fyri inni í KÍ-brotsteiginum, men hann smekkaði bóltin í Emil Weihe Joensen. Bólturin støkk í málið, men Emil var tá rangstaddur.

KÍ fór í álop og Ødemarksbakken fór um koll í EB/streyms-brotsteiginum. Dómarin dømdi brotsspark og so kundi innskifti liðskiparin hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð, senda bóltin í málið. Mál nr. 200 tryggjaði KÍ trý stig í sera dramatiska endaspurtinum og KÍ eina føðingardagsgávu.