Fyri løtu síðan eydnaðist Brimli og Rescue Ziska at toga partrolaran Skoraberg leysan, sum fór á land í nátt eystantil á Kalsoynni, nakað sunnanfyri Syðradal.
Eftir ein miseydnaðan roynd frá Rescue Ziska fyrrapartin, har teir bíðaðu eftir flóð, setti Brimil enda á, og tá eydnaðist tað at fáa Skoraberg av aftur í øllum góðum.
Skoraberg liggur nú við bryggju í Klaksvík.
Partrolarin Skoraberg úr Klaksvík fór í nátt á land sunnanfyri Syðradal á Kalsoynni. Fráboðan kom til MRCC klokkan 03:28. Manningin taldi sjey mans, sum allir menninir vóru fluttir ti lands.
Mynd: Norðlýsið
