Eitt heilt serligt skordýr er nú skrásett í Føroyum. Talan er um trantklukkuna Sthereus ptinoides, sum livir í rekaviði. Tað skrivar Tjóðsavnið.
Skordýrið hevur nú fingið føroyska navnið rekatrantur. Ein fjakkari úr kuldanum, sum nú er vorðin partur av føroysku náttúruni.
Hetta er ikki bert fyrsta skráseting í Føroyum. Men eisini fyrsta skráseting í øllum Evropa.
Skordýrafrøðingurin Agnes Kreiling fann tvær ókendar klukkur í skordýrasavninum hjá Tjóðsavninum.
Saman við starvsfeløgum eyðmerkti hon tær. Ein triðja klukka varð eisini funnin í savninum hjá Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Heldur ikki henda var eyðmerkt áður.
Tað var als ikki væntandi, at klukkan Sthereus ptinoides skuldi finnast í Føroyum. Skordýrið livir vanliga á landi kring Beringshavið, eitt nú á Aleutoyggjunum, Kamtjatkahálvoynni og Sakhalin.
Tó livir hetta slagið í rekaviði. Og hóast leiðin úr Siberia er long, so mugu hesar tríggjar klukkur vera komnar rekandi haðani.