Skúlabørn skulu hava frí í viku sjey

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Væntandi fáa føroyskir fólkaskúlanæmingar fyri fyrstu ferð vetrarfrí í komandi ári, og eftir ætlan verður vetrarfrítíðin løgd í viku sjey komandi ár. 

Tað er vikan frá 12. Til 18. Februar.

Hetta sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til skriftligan fyrispurning frá teimum báðum Eiriki í Jákupsstovu og Liljuni Weihe úr Tjóðveldi.

Ætlanin er, at frívikan til vetrarfrí skal takast av summarfrítíðini, soleiðis at hon frameftir verður stytt niður í sjey vikur.

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august.

Allir partar skulu hoyrast, áðrenn endalig avgerð verður tikin um hetta.

Landsstýrismaðurin metir, at hetta fer at koma væl við hjá næmingunum í fólkaskúlanum.

-Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Sambært landsstýrismanninum fer hetta eisini at koma væl við hjá teimum børnum, sum hava foreldur í hvør sínum landi, tí við hesari broytingini fáa børnini høvi at vitja síni foreldur uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.