Í sambandi við at nógv børn byrja í fyrsta flokki, vísir Familjufyrisitingin á, at skúlabyrjanin kann vera serliga avbjóðandi hjá børnum, har foreldrini ikki búgva saman.
Familjufyrisitingini sigur, at skiftið millum bæði heimini og foreldrini kann gera gerandisdagin ótryggan. Spurningar sum “Hvør av okkum fer við barninum fyrsta skúladag?” og “Fara vit bæði at fáa alla kunning frá skúlanum?” eru vanligir.
Familjufyrisitingin sigur, at fakfólk eiga at vera serliga varug við tekin hjá hesum børnum, sum til dømis sakn, strongd og ósemjur, tí børn ofta ikki vilja ella duga at seta orð á.
Tí bjóðar Familjufyrisitingin ókeypis ráðgeving, mekling og skeið til foreldur og børn. Endamálið er at styrkja samstarvið og tryggja trivnaðin hjá barninum.
Mekling kann hjálpa við ósemjum um samveru og bústað, og samrøðubólkar geva børnum høvi at tosa við onnur í somu støðu.
– Tá ið foreldur samstarva væl, er tað nakað sum at byggja eina trygga brúgv millum tey tvey heimini hjá barninum, sigur Familjufyrisitingin.