Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum næmingi á skúlanum.
Tað vóru foreldrini at barninum, ið høvdu klagað skúlan, tí tey vóru ónøgd við góðskuna av undirvísingini, fakum, vantandi lærarum, talið á undirvísingartímum, tímatalvum og lærubókum.
Sambært Løgtingsins umboðsmanni høvdu foreldrini gjørt greitt, at undirvísingin tók ikki støði í fortreytunum hjá barni teirra, at nærum ongar lærubøkur vórðu brúktar í undirvísingini, og at barn teirra ikki hevði fingið teir undirvísingartímar og undirvísing í teimum fakum, sum ásett er í fólkaskúlalógini.
“Undirvísing” skal fatast í víðastu merking, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum kortini heldur tað vera atfinningarsamt, at barnið varð frítikið frá ávísum fakum, uttan at hetta varð gjørt í samráð við foreldrini.
Eisini var tað atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skal læra, og at læriætlanir ikki vórðu eftirmettar tvær ferðir um árið.
Umboðsmaður helt tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina, og at foreldrini ikki fingu tímatalvuna, hóast tey høvdu biðið um hana.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið fær eisini eina heilsan frá løgtingins umboðsmanni, tí løgtingsins umboðsmaður metir, at lýti eru við serskúlalógini. Løgtingsins umboðsmaður heitir tí á Barna- og undirvísingarmálaráðið um at áseta rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, í serskúlalógini.