Sleppa at landa makrel í útlondum fram til 31. august

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag lýst í kunngerð, at fram til 31. August sleppa føroysk skip at landa makrel uttanlands.

Fiskimálaráðið sigur, at frystivirkini í Føroyum eru fyribils givin at taka ímóti makreli, og tí kunnu skipini í løtuni bert landa til fiskamjølsvirki.

Hetta hevur havt við sær, at skipini liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa, og møguleikarnir at fiska makrel verða av somu orsøk darvaðir av vantandi móttøkuorku á landi.

Landsstýrismaðurin hevur tí tikið avgerð um at gera frávik í galdandi áseting um, at allur fiskur, undantikin 15 prosent, skal landast í Føroyum, og føroysk skip sleppa tí at landa makrel uttanlands fram til 31. August.

Fiskimálaráðið boðar eisini frá, at ráðið hevur verið í sambandi við norskar og íslendskar myndugleikar um møguleikarnar hjá føroyskum skipum at landa makrel.

Íslendskir myndugleikar hava svarað, at ikki er loyvt føroyskum skipum at landa makrel í íslendskum havnum, meðan norskir myndugleikar hava boðað frá, at einki er til hindurs fyri hesum.

Tó er tilskilað, at sølan skal fara gjøgnum søluskipanina hjá Norges Sildesalgslag, sigur Fiskimálaráðið.