Smáar broytingar í hagtølum fyri gisting

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Innskrivingarnar á gistingarhúsunum vóru nærum 95.000 í 2024. Tað er ein øking á gott 2.600 samanborið við 2023. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstova Føroya um gistingar á gistingarhúsum. Í miðal vóru 545 kømur tøk um mánaðin, og helvtin av teimum vórðu brúkt.

Fólkanætur vóru góðar 230.400 í 2024, ein vøkstur upp á nærum 8.900 samanborið við 2023. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 4%. Hóast fleiri fólkanætur var nýtslustigið á kømrunum 49%, ein lítil minking samanborið við 52% í 2023.

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark settu met við útvið 113.500 fólkanætrum í 2024, ein øking upp á 16% samanborið við 2023. Hinvegin minkaði tal av fólkanætrum hjá føroyingum og dønum.

Býtið av fólkanætrum millum Tórshavnarøkið og restina av landinum var líkt teimum undanfarnu tvey árini.