Vit er í hægstu summartíð, og nógvir frítíðarbátar eru at síggja úti í firðunum í Føroyum.
Í gjárkvøldið var ein nólsoyingur farin út á flot við smábáti sínum, har roynt var at fáa eitt kók úti í Nólsoyarfirði seint í gjárkvøldið.
Men tað gekk ikki heilt eftir vild hjá nólsoyinginum, tí úti í Nólsoyarfirði fekk smábáturin brek á skrúvuna og fekk ikki siglt.
Viðkomandi, ið sigldi bátin, boðaði sjálvur MRCC frá, hvat var áfatt. Hetta var um 23-tíðina í gjárkvøldið.
Boð vórðu send eftir Rescue Lív, sum sleipaði bátin til Nólsoyar, og gott og væl ein tíma seinni kom Lív við smábátinum til Nólsoyar.