Smáskótadagur var í Havn leygardagin, og skótar úr øllum landinum savnaðust til eitt spennandi og stuttligt skótaævintýr.
KFUK skótarnir í Havn skipaðu fyri, og í miðbýnum kappaðust skótabólkar í ymiskum skótaítróttum. Í sambandi við ruddingardagin, savnaðu skótar eisini rusk upp í býnum.
Dagurin á Trappuni í Vágsbotni, har Elsa Berg, borgarstjóri, bar fram røðu og setti smáskótadagin.
Hon takkaði skótunum fyri teirra arbeiði og vísti á týdningin av skótilívi, sum styrkir samanhald og gevur varandi vinarløg.
– Tit skótar bera ein fyrimyndarligan alsk til umhvørvið, náttúru og djóralív, segði hon.
Elsa Berg segði, at skótar læra týdningarmiklar dygdir, sum koma teimum til góðar seinni í lívinum. Skótalógin leggur dent á at vera sonn í talu og atferð, trúgv, hjálpsom og røkin. Eisini leggja skótar dent á at fara væl um náttúru og djór.
Leygardagin setti skótadagurin sín dám á býin, bæði á KFUK-trøðni, í Plantasjuni og á Tinganesi.
Myndir: Tórshavnar kommuna – FaroePhoto