Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini, staðfestir Fiski- og Samferðslumálaráðið. “Hetta er liður í at tryggja at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum,” ljóðar tað í einum tíðindaskrivi.
“Í fjør og í ár varð játtan sett av til at projektera tey nýggju skipini – eitt miðal skip og eitt minni skip. MEST vann útboðið at projektera bæði skipini og hevur saman við Strandfaraskipum Landsins og fylgibólkum nú projekterað miðal skipið liðugt. Klárt er tí nú at fara undir at gera verklagslóg og bjóða út at smíða Kalsoyarskipið.”
Dennis Holm, landstýrismaður í samferðslumálum, segði seg frøast um “at tað nú veruliga kemur gongd á at endurnýggja strandfaraskipini, so tey gomlu skipini við tíðini kunnu verða skift út við nýggj skip, sum hava nýmótans útgerð og liva upp til dagsins krøv, undir hesum at sigla við battaríum.”
Tað nýggja miðal skipið verður um 43 metrar langt, 12,5 metrar breitt og skal kunna sigla 11 míl, varð upplýst. Skipið er sostatt nakað størri enn Sam, sum er 34 metrar langur, 9,4 metrar breiður og siglir 9,7 míl.
“Bæði miðal og smærru skipini fara at sigla við battaríum, sum er stórt frambrot í føroyskari sjóvegis flutningsvinnu,” varð víðari sagt.
“Á fíggjarlógini fyri 2025 eru settar av 20 mió. kr., soleiðis at farast kann undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið komandi ár. Væntandi tekur tað tvey-trý ár at smíða skipið.”
Betri samband
Umframt at farið verður undir at smíða taðnýggja Kalsoyarskipið, so verða eisini aðrar raðfestingar gjørdar fyri at betra um umstøðurnar hjá oyggjabúgvum, lovar Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.
“Á Nólsoyarleiðini verður ein túrur afturat hvønn gerandisdag, soleiðis at tað ikki verður so leingi ímillum kvøldartúrarnar á Nólsoyarleiðini,” varð lagt afturat. Sum skilst fer hetta væntandi serliga at gagna børnum og ungum ið brúka frítíðar- og ítróttartilboð í Havn.
Eisini varð upplýst at í ár verður farið undir at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals. “Tá ið tað er gjørt, fer Teistin komandi vár at røkja Kalsoyarleiðina. Hetta merkir eisini at Sam verður farmaskip og avloysaraskip og túrarnir týsdag og hósdag, sum Sam ikki hevur siglt á Kalsoyarleiðini orsakað av farmatúrum aðrastaðni, verða tá settir innaftur.”
Økt túratal fer at betra um umstøðurnar hjá fólki sum búgva á hesum oyggjum, vísti Denni Holm landstýrismaður á. “Hetta er ein liður í at betra um sambandið til oyggjarnar,” segði hann.