Smyril avlýsir av ringum veðri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ringa veðrið í morgun ávirkar siglingina hjá Smyrli. Strandferðslan boðar frá, at túrarnir hjá Smyrli, sum skuldu vera av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30, verða avlýstir orsaka av veðurlíkindinum.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 6.00 og 18.45, og av Havnini klokkan 16.00 og 21.15.

Harafturat er fyribils eingin koyring á bygdaleiðunum 701, 601 og 600. Nærri kunning um hesar leiðir verður givin um middagsleitið.