Smyril Line hevur selt farmaskipið Akranes til spanska reiðaríið Fred Olsen Express
Farmaskipið Akranes, sum higartil hevur verið partur av flotanum hjá Smyril Line, er nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express. Skipið verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli.
Í tíðarskeiðinum frá tí, at Akranes fer úr flotanum og til ein nýbygningur er klárur at taka yvir, rekur annað skip leiðina.
Smyril Line sigur, at sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá reiðaríinum, sum arbeiðir miðvíst við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið.