Strandferðslan boðar frá at fyri veður seinastu túrarnir hjá Smyrli millum Suðuroynna og Havnina í dag avlýstir orsaka av vánaligum veðurforsøgnum.
Smyril siglir av Krambatanga klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 8:45 og klokkan 14:30. Síðan verður ikki siglt meir fyri í dag. Eftir ætlan siglir smyril sambært ferðaætlanina aftur í morgin.
Eisini verða nógvar bussleiðir ávirkaðar av veðrinum seinni í dag, og Strandferðslan sigur, at fyri veður kann roknast við avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum.
Heitt verður á ferðafólk at fylgja við á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins fyri at kunna seg um broytingar og avlýsingar.
Hesar bussleiðir eru longu avlýstar seinni í dag:
- Leið 506 (Trøllanes – Syðradalur): Síðsta fráferð kl. 15:50 av Syðradali.
- Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) og 500/504 (Klaksvík – Kunoy): Síðsta fráferð kl. 14:15 úr Klaksvík. Tilkallitúrarnir úr og til Kunoy verða ikki koyrdir kl. 15:20 og kl. 17:40.
- Leið 450 (Tórshavn – Eysturoy, Tunnilsleiðin): Síðsta fráferð úr Havnini kl. 16:25.
- Leið 410 (Fuglafjørður – Gøtudalur – Klaksvík): Síðsta fráferð úr Gøtudali kl. 13:25 og úr Fuglafirði kl. 13:40.
- Leið 401 (Klaksvík – Tórshavn, Snarbussur): Fráferðin úr Havnini kl. 16:15 avlýst.
- Leið 400 (Klaksvík – Tórshavn): Síðsta fráferð úr Klaksvík kl. 13:05 og úr Havnini kl. 13:50.