Snældan spunnið í 75 ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin 16. novembur helt Snældan á Strondum 75 ára stovningardag bæði á spinnarínum á Strondum og í handlinum Havn.

Møguleiki var at vitja spinnaríið og at síggja, hvussu ullin verður framleidd til tógv og troyggjur.

Vitjandi fingu kaffi og ein søtan bita. Eisini vóru nýggjar vørur til keyps, millum annað ein nýggjur litur av tógvi og ein jakki við nýggjum sniði, ið er sum sniðgjørdur til føroyska veturin


Á heimsíðuni hjá Snælduni stendur soleiðis um 75 ára gomlu fyritøkuna av Strondum:

Snældan byrjaði virksemið í 1949. Stovnarin var Karl Olsen. Eftir hann tók sonurin Odmar Olsen við, og nú er tað abbasonurin Carl Jóhan Olsen, ið rekur fyritøkuna.

Ullin hevur verið grundarlagið undir menningini av bindingarmentanini í Føroyum. Snældan hevur gjøgnum trý ættarlið lagt seg eftir at varðveita hesa mentan við at spinna tógv, at binda og seyma pløgg við íblástri úr føroyskum bindingarmynstrum.

At byrja við vóru tvær spinnimaskinur á Snælduni. Eins og vanligt tá á døgum tóku spinnaríini ímóti ull frá fólki, sum so fingu tógv úr síni egnu ull aftur. Seinni varð farið undir at binda troyggjur, fyrst við hond, og miðskeiðis í sekstiárunum vórðu bindimaskinur tiknar í nýtslu. Tær eru seinni skiftar út fyri at nøkta eftirspurningin eftir ull, tógvi og pløggum. Snældan framleiðir bæði tógv úr føroyskari ull og tógv úr ull frá Falklandsoyggjunum

Hóast hesar broytingar hevur tað eydnast Snælduni at varðveita tað gamla og søguliga í framleiðslu síni, og Snældan er nú einasta spunavirki í Føroyum.

Ullin hjá Snælduni verður vaskað og litað uttanlands, áðrenn hon verður koyrd gjøgnum tær mongu maskinurnar á spinnarínum, har ullin bæði verður skild, blandað og spunnin til tógv, sum at enda verður hespað. Meira enn helvtin av framleiðsluni verður seld sum tógv, og restin verður bundin og seymað til pløgg av dugnaligu starvsfólkunum á Snælduni, ið eisini sjálvi sniðgeva.

Vørurnar verða seldar í handlum okkara á Strondum og í Havn.

Nýggjur mosagrønur litur frá Snælduni (mynd: Snældan)