Farna vikuskiftið var flestu kunnugt Ovastevna úti í Nólsoy.
Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at sum heild gekk tað rættuliga væl at skipa samferðsluna til og úr Nólsoy, har serliga nógv ferðafólk vóru við Ternuni frá tíðliga leygardag fyrrapart, til Ternan aftur hevði ein stuttan steðg í siglingini sunnumorgunin.
Verður hugt eftir samlaða ferðafólkatalinum frá fríggjadegnum til sunnudagin, so sæst, at tað vóru umleið 8.000 fólk, sum høvdu ferðast aftur og fram til og úr Nólsoy:
Fríggjadagin 11/8 – sunnudagin 13/8
Tórshavn – Nólsoy | 3.951 | |
Nólsoy – Tórshavn | 3.980 | |
Íalt | 7.931 |
Sambært hagtølum hjá Strandferðsluni, so vórðu 7.931 ferðaseðlar seldir teir tríggjar dagarnar, frá fríggjadegnum 11. august og til við sunnudagin 13. august.
Verður hugt at sertúrunum – Ovastevnutúrar – ið vóru settir inn frá leygarmorgun klokkan 08.00 til sunnumorgun klokkan 06.30, so var ferðafólkatalið á hesum túrum tilsamans 6.922. Hetta sama tíðarskeiðið sigldi Ternan í alt 21 dupulttúrar (42 einkulttúrar), í mun til vanliga at sigla fimm dupultúrar ávíkavist leygardag og sunnudag.
Ovastevnutúrar (leygardag 08.00 – sunnudag 06.30)
Tórshavn – Nólsoy | 3.389 | |
Nólsoy – Tórshavn | 3.533 | |
Íalt | 6.922 |
Tølini eru einvegis ferðaseðlar, so umroknað til ferðaseðil aftur og fram pr. ferðafólk kann sigast, at umleið 3.966 ferðafólk vóru við Ternuni fríggjadag til sunnudag, meðan talið fyri Ovastevnutúrarnar var umleið 3.461.
Til samanberingar kann nevnast, at í juli 2023 vóru 11.906 einvegis ferðandi á Nólsoyarleiðini, svarandi til í miðal 384 einvegis ferðandi um dagin, ella í miðal 32 einvegis ferðandi á teimum 368 túrunum í juli.
Kelda: Strandfaraskip Landsins