Sofus gevst sum formaður eftir 31 ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Judo Føroyar hevði aðalfund í gjar, og nevndin hevur skipað seg við Peturi Sigurð Johannesen, sum nýggjum formanni.

Fráfarandini formaður Sofus Debes Johannsen, hevur verið formaður felagsins í 31 ár á rað, og 37 ár tilsamans. Hann gevst kortini ikki í nevndini, og er nú kassameistari. Tilsamans hevur Sofus Debes Johannesen verið í 42 av teimum 45 nevndunum í Judo Føroya, síðan sambandið var stovanð í 1981.

Judo Føroyar takkar Sofusi fyri ótroyttiliga at havarøkt formanssessin í eitt mannaminni.

– Uttan hann stóð judo í Føroyum á berum, sigur Judo Føroyar.

Hini í nevndini eru:

  • Kristianna S. á Túgvu (SJF), næstforkvinna
  • Sanna N. Djurhuus (HJF), skrivari
  • Andrias Sumberg (SJ), nevndarlimur
  • Myrna E. Fjallsbak (VJF), eykalimur
  • Magnus Pauli Glerfoss (KJF), eykalimur