Elizabeth drotning 1. átti hugskotið
Protestantiska kongsdóttirin Elizabeth tók við ensku trúnuni í 1558. Til høvuðsráðharra fekk hon sær ein embætismann úr miðalstættini, William Cecil, sum telist millum bestu ráðgevarar, enska kongshúsið nakrantíð hevur havt. William Cecil varð eisini tilnevndur 1. Barónur Burghley, og fyri drúgva og trúgva tænastu valdi Elizabeth drotning at geva Burghley baróni eitt steyp. Siðvenjan um at lata steyp byrjaði sostatt í 16. øld.

Ávirkanin frá teimum lærdu háskúlunum
Fótbóltsspælið varð bjargað frá gloymskuni av teimum lærdu háskúlunum, sum hinvegin royndu at bjarga sær sjálvum. Í 1850-árunum bardist man móti lækkandi næmingatali og ógvisligum næmingum. Næmingarnir gjørdu uppreistur, brendu flokshølini og lupu á fólkini í býnum. Lærararnir, har teir flestu vóru prestar, vóru ræðsluslignir. Tá lyndið var sum tað var og fólk ikki dugdu at stýra sær sjálvum, mátti man gera okkurt fyri at broyta hugburðin.
Sum eina stýringsmaskinu, gjørdi man ófriðarkroppar til hetjur. Kjarnin í broytingini var leikvøllurin. Hugsanarlæran var einføld. Um man hølvar hvønn annan av á vøllinum, so hevur man ikki skund við at buka prestarnir ella býarfólkið. Átrúnaðurin gjørdist grundarlagið í hesari ítróttarkollveltingini. Tann kristna kropsliga uppalingin var ein týdningarmikil partur av tí átrúnaðarligu útbúgvingini. Hon lærdi dreingirnar, at eitt sunt likam gevur eina sunna sál. Ærligt spæl og felagsandi á vøllinum gav eitt sterkt siðalyndi.
The Football Association varð stovnað
Allir skúlar mentu sína egnu útgávu av fótbóltsspælinum. Á Harrow dámdi man betur at sparka til bóltin. Aðrir skúlar, sum t.d. Rugby, loyvdu, at man bar bóltin og takklaði hvønn annan. Bæði Cambridge Reglurnar og Sheffield Reglurnar, sum vóru mest útbreiddar, forbjóðaðu tó sparki á skinnabeinið. Frávikisspennið gjørdist byrjanin til nýmótans spælið.
Lærdu háskúlarnir hildu spælinum á lívi. Tann veruligi týdningurin vísti seg, tá næmingarnir komu á lærda háskúlan ella vóru lidnir við útbúgvingina og ynsktu at halda áfram at spæla. Tá skaptist tørvurin á reglum, sum førdu til tær alment galdandi spælireglurnar.
Tann 26. oktober 1863 – 500 ár eftir Edward kongur 3. bannaði fótbóltsspæli – møttust ellivu Londonfeløg og -skúlar á Freemasons Tavern fyri at kjakast um felags spælireglur. Tey, sum møttu, vóru: Barnes, Civil Service, Crusaders, Forest Football Club í Leytonstone (seinni Wanderers Football Club), No Names Club (Kilburn), Crystal Palace, Blackheath, Kensington School, Percival House (Blackheath), Surbiton og Blackheath Proprietary School. Charterhouse var eisini bjóðað, men teir tóku ikki av.
Semja varð um at kalla seg fyri “The Football Association”. Stuðlarnir hjá Rugbyspælinum vóru ímóti at banna brúki av hondum og stempling. Tað gjørdist trætumálið fyri teir, sum ynsktu at síggja eitt spæl, har bólturin verður sparkaður.
Semja fekst í lag tann 8. desember 1863, tá hendur og stemplingar vórðu bannaði. Tað var ein avgerð, sum gav fótbóltsspælinum tvey sett av spælireglum: Association Football og Rugby ella soccer og rugger. Enska fótbóltssambandið er framvegis tað einasta í heiminum, sum ikki hevur tjóðskapin knýttan at navninum.
Men sjálvt aftaná, at felagsskapurin varð settur á stovn, vóru reglurnar smidligar. Fleiri misskilja hendingagongdina hjá spælinum. Tey halda, at við reglunum og felagsskapinum í 1863, so var tað tað. Tað var tað ikki. Hevði man spurt ein leikara í 1860-árunum ella 1870-árunum, um hann spældi fótbólt ella rugby, hevði hann ikki havt varhugan av, hvat man tosaði um. Tí tað var vanligt at spæla association (soccer) í fyrra hálvleiki og rugby í seinna. Man avtalaði reglurnar frá dysti til dyst. Talið av leikarum var tað, sum mótstøðuliðið var við uppá. Hurlivasin var týðiligast, tá skotsk og ensk lið møttust.

Undangongumaðurin Charles W. Alcock
Saman við eldra beiggjanum, John Forster Alcock, stovnaði Charles William Alcock í 1859 Forest Football Club. Báðir høvdu gingið á Harrow. Í 1864 broytti Forest Football Club navn til Wanderers Football Club.
Fyri dreingirnar á lærdu kostskúlunum var fótbóltsspælið eitt ítriv, ikki ítróttur. Fylgjurnar vóru, at spælið manglaði samanhang, brennandi áhuga og spenning. Tað manglaði ein framskygdur persónur. Ein, sum kundi seta høvuðsinnihaldið saman til nakað hugfangandi.
Charles W. Alcock átti ein høvuðsleiklut í, at fótbóltsspælið fekk fastatøkur, tí hann var bæði leikari, blaðmaður og fyrisitingarleiðari. Í 1966 loysti hann beiggja sína av í nevndini hjá enska fótbóltssambandinum og skjótt gjørdist hann bæði skrivari og kassameistari hjá FA (1870-95), og seinni aftur enntá varaforseti (1896-1907).
Í 1870 skipaði Alcock fyri fyrstu landsdystum millum Ongland og Skotland. Sum leikari spældi hann seks landsdystir fyri Ongland og var liðskipari í teimum øllum, men bara tann seinasti 6. mars 1875 varð skrásettur. Alcock skoraði eitt mál í 2-2 javnleikinum ímóti Skotlandi.
Meðan hann hevði gingið á Harrow, hevði hann spælt við í innanhýsis steypadystum, har vinnarin slapp víðari og taparin varð varpaður út úr kappingini. Tann 20. juli 1871 legði Charles W. Alcock sítt uppskot fram á nevndarfundi hjá enska fótbóltssambandinum og øll liðini skuldu fáa loyvi at luttaka.
Fyrsta FA Cup finalan
Fyrsta FA Cup kappingin fór av bakkastokki 11. november 1871 og finalan varð leikt 16. mars 1872. 15 lið meldaði til kappingina, men trý tóku seg úr uttan yvirhøvur at spæla. Wanderers vann 1-0 á Royal Engineers og liðskiparin hjá vinnandi liðnum var – Charles W. Alcock. Hann skoraði eisini í 20. minutti, men málið varð kolldømt orsakað av, at Charles Wollaston hevði brúkt hond. Sigursmálið skoraði Morgan Betts, sum spældi undir dulnavninum A.H. Chequer (allarhelst tí, at hann spældi fyri Harrow Chequers, sum ikki møtti til fyrsta dystin ímóti Royal Engineers).
Wanderers Football Club vann eisini FA Cuppina í 1873, 1876, 1877 og 1878. Sjálvur dømdi Charles W. Alcock finalurnar í 1875 og 1979.
Kappingarsinnið avgerandi
Týdningurin av kappingini talar fyri seg. Hon fær lyklalutirnar fyri kappingina upp á pláss. Tað handlar um at vinna á mótstøðuliðnum. Og hvat hendir so í HM í dag ella í øðrum av heimsins kappingum? Tað eru vinn-ella-forsvinn dystirnir, sum draga ta stóru áskoðarafjøldina til sín.