, ,

Søgan um KÍ-málverjan er farin víða

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er so forbannað surrealistiskt.

Tað sigur svenski málverjin hjá KÍ, Jonatan Johansson, í samrøðu við Aftonbladet, eftir at KÍ vann móti BK Häcken í gjárkvøldið.

– Tað er torført at seta orð á, hvat hetta merkir fyri KÍ og Føroyar, men hetta er stórt, sigur 32-ára gamli málverjin.

Og júst søgan um KÍ-málverjan er farin víða um úti í heimi, tí í veruleikanum var hann givin at spæla fótbólt. Hann legði málmanshandskarnar á hillina í 2021 og fór at arbeiða sum elektrikari í Oslo, men hann saknaði at spæla fótbólt, og fór tí at spæla sum miðverji í norsku 5. deild fyrr í vár.

Fyri fimm vikum síðan var Jonathan Johansson farin í feriu á Rhodos, tá Magne Hoseth ringdi til hansara, tí hann hevði brúk fyri einum eykamálverja, og í gjárkvøldið gjørdist hann stóra hetjan, tá KÍ varpaði svensku meistararnar úr Champions League-undankappingini.

– Ja, hatta er ein góð søga, men eg haldi, at søgan gerst bara betri og betri fyri hvønn dag, sigur hann við Aftonbladet.

KÍ er nú komið til triðja umfar í Champions League-undankappingini, har KÍ skal møta Molde, men longu nú er greitt, at KÍ skal spæla evropeiskan fótbólt í heyst. Spurningurin er bara, um tað verður í Champions League, Europa League ella Europa Conference Leage.

– Kroppurin heldur ikki til hetta, men tað gongur nokk. Hetta er ótrúligt, sigur Jonathan Johansson.

Má spyrja stjóran

Einasti trupulleikin er, at Jonathan Johansson bert hevur sáttmála við KÍ fram til síðst í august, tí tá endar ferian hjá honum, sum hann hevur fingið frá sínum arbeiðsplássi í Oslo.

– Eg má fara at tosa við stjóran, um eg kann leingja um feriuna. Um stjórin loyvir tí, so verið eg verandi, sigur hann.

Hevur tú umhugsað at siga teg úr starvi?, spyr tíðindamaðurin hjá Aftonbladet.

– Haha, eg má hava okkurt at koma aftur til í heyst. Men nei, eg haldi at hetta nokk skal ganga tað heila.