Gareth Southgate ynskti ongantíð at fáa starvið. Hann hevur vitað, at landsliðsstjóri hjá enska landsliðnum telist millum heimsins torførastu størv. Ensku fjølmiðlarnir fylgja rættiliga væl við og eru úrslitini ikki nøktandi, so verður tú hongdur út at turka.
8 ár eru liðin, síðani Southgate tók við og so er tíðin komin til at gera upp. Hann hevur stjórnað enska landsliðnum í 102 landsdystum, og tað eru bara Sir Walter Winterbottom (139) og Sir Alf Ramsay (113), sum hava staðið á odda í fleiri landsdystum.
Undan tíðarskeiðnum við Southgate hevði Ongland ongantíð vunnið seg í EM-finaluna, men hann hevur leitt teir tvær ferðir á rað í EM-finaluna.
Tríggjar ferðir í 66 ár hava landsliðsstjórarnir undan Southgate leitt Ongland í eina hálvfinalu (EM-endaspøl við 4 liðum eru ikki tald við). Southgate hevur gjørt tað sama upp á 8 ár.
Ongland undir leiðslu av Southgate:
- 102 landsdystir
- 64 sigrar
- 20 javnleikir
- 18 tap
- 62,5% vinningssatsur
- HM-hálvfinalistur í 2018
- Í EM-finaluni í 2020
- HM-fjórðingsfinalistur í 2022
- Í EM-finaluni í 2024
Vónirnar eru altíð høgar til ensku leikararnar, men tað er sjáldan at evnini standa mát. Í so máta hevur Gareth Southgate ikki gjørt sær fyri skommum.