Søguligur dagur í føroyskum róðri – Bátar til sjóróður flotaðir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Róðrarsamband Føroya skrivar, at 11. mai 2025 fór ein stórhending í føroyskari rógving fram, tá ið tveir bátar til sjórógving ella costal rowing loksins vórðu flotaðir. Hetta markerar eina byrjan til eina nýggja róðrargrein í Føroyum og skapar møguleikar fyri venjing og kapping á altjóða stigi.


Sjóróður er altjóða ítróttargrein, sum er eyðkend av dynamikki og spenningi.

Mótsatt vanligum róðri á deyðavatni fer sjóróður fram á opnum havi við øllum teimum avbjóðingum, sum sjógvur og veður hava við sær, og sum vit øll kenna aftur frá føroyskum kappróðri.

Tað krevur serligan teknikk og kropsliga styrki at meistra brim, streym og ójavnan sjógv í hesum bátum.

Sjóróður er góður at hyggja eftir og hevur eina spennandi kappingargongd, sum eisini ger ítróttin áskoðaravingarligan. Alt hetta hevur verið við til at gera hann áhugaverdan fyri altjóða ítróttarsambond. Tískil er sjóróður nú ávegis at gerast partur av olympisku leikunum í 2028.

Í Føroyum hevur áhugin fyri hesi nýggju róðrargreinini eisini víst seg. Í 2020 tók Róðrarsamband Føroya fyrsta stigið til at menna sjóróður í Føroyum og keypti tveir tvískullarabátar til sjóróður. Hetta var gjørt við vónini um, at ítrótturin kom á OL-skránna, soleiðis at føroysk rógving kundi gerast partur av hesi nýggju altjóða róðrargrein.

Aftaná nøkur ár við bátunum á goymslu, varð eitt týðandi stig tikið fyrr í ár, tá ið árarnar til bátarnar vórðu keyptar. Hetta ger tað møguligt at flota bátarnar.

Samstundis hevur RSF fingið stuðul frá Modest Sport, sum hevur latið ein Edon einmansskullarabát. Hesin báturin er væl egnaður at læra seg við, tí hann er støðufastur, lættur at stýra og koppar ikki. Hann gevur góðar møguleikar at læra rætta teknikkin í skullararógving, sum er grundarsteinurin undir sjórógving.

Við góðari útgerð, íðkarum og feløgum, sum eru klár at leggja orku í nýggjar leiðir, er sjóróður í Føroyum á einum spennandi byrjanarstigi.

Kanska verður tað í framtíðini ein føroyskur rógvari, sum rør á olymisku leikunum í júst sjórógving.