Søk um stuðul til útoyggjamenning

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmálaráðið kunnar um, at freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning er 14. februar.

Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Játtanin er á 1,1 milliónir krónur.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning.


Sambært reglugerðini um stuðul til útoyggjamenning kunnu einstaklingar, virki, feløg og kommunur søkja um stuðul til menning av útoyggjarnar Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy og Stóru Dímun.

Endamálið er at stuðla tiltøkum, ið gagna økjunum við at styrkja livikorini hjá búfólki og varðveita søguligar karmar, náttúru og umhvørvi.