Almanna- og mentmálaráðið søkir nú eftir Føroya fyrsta Brekumboði, sum skal hava skrivstovu í Klaksvík.
Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu hava eitt Brekumboð. Talan er um eina nýggja og týdningarmikla fyriskipan, sum skal virka sambært løgtingslóg um Brekumboð.
Endamálið er at styrkja rættindi og lívskor hjá fólki, sum bera brek. Brekumboðið verður eitt óheft og sjálvstøðugt embæti, sum arbeiðir fyri rættindum og javnstøðu.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, kallar hetta eitt stórt og týðandi stig fyri Føroyar. MEGD og altjóða stovnar hava í langa tíð eftirspurt eina slíka skipan.
Starvið snýr seg um at hava eftirlit við lóggávu og tænastum í mun til ST-breksáttmálan, at veita ráðgeving og vegleiðing um rættindi, at gera kanningar og almannakunngera frágreiðingar, at birta kjak og at arbeiða fyri, at røddin hjá fólki við breki verður hoyrd.
Brekumboðið skal eisini hava gott innlit í mannarættindasáttmálar, og skil fyri skipanum og lógum, sum snúgva seg um fólk við breki. Brekumboðið skal eisini hava førleikar at siga sína hugsan alment.
Starvið verður sett fyri fimm ár við møguleika at leingja starvssetanina. Starvið verður sett frá 1. oktobur.