Uttanríkitænastan søkir nú eftir starvslesandi til várhálvuna 2026.
Talan er um ólønt størv á føroysku sendistovunum í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík, Washington D.C. og Tel Aviv.
Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á sendistovuni. Tú fært eina høvuðsuppgávu, sum er tengd at tíni fakligu bakgrund og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um uppgávur eru at skriva tilfar til heimasíðuna, greina altjóða felagsskapir og svara fyrispurningum.
Tú skalt vera lesandi við hægri lærustovni og helst hava lokið bachelor. Tað er ein fyrimunur at duga væl føroyskt og enskt, og at vera áhitin, miðvísur og til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.